Barnahúsið IMBA.
Brennur tú fyri góða, stuttliga, mennandi ávirkan á lívið hjá børnum!
Vit søkja eftir 3 starvsfólkum, námsfrøðingi, hjálparfólki ella námsfrøðiligum atstøðingi, at byrja 07. januar
2026.
Størvini liggja ímillum 30 og 37 tímar viku til barnagarðsstovur, stova við børnum, ið fara í skúla komandi
summar, og stova við børnum í eru 3 til 5 ár.
Vit søkja eisini eftir avloysarum, sum kunnu starvast av og á.
Um eingin námsfrøðingur søkir blívur námsfrøðiligur atstøðingi ella hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv í
eitt ár.
Barnahúsið Imba er ein stovnur við trimum stovum við íalt 39 børnum.
Vit hava eina menningarætlan, ið vit brúka í okkara námsfrøðiliga arbeiði. Barnahúsið Imba brúkar eisini
námsfrøðiliga arbeiðsháttin betri vinir, ið er ætla til, at fyribyrgja happing.
Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og
starvsfeløgum.
• Er jaligt, møtir væl upp, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman
við børnunum.
• Er sjálvstøðugt, hevur yvirblikk, ert álítandi, og nærverandi.
• Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.
Fysisku karmar:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.
Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, Barnahúsið Imba er dagstovnur hjá Hvannasunds kommunu.
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella
leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt
praktiskt arbeiði við til starvið.
Umsóknir við cv, møguligum prógvi, arbeiðsváttanum, skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo,
áðrenn 22.12. 2025 kl. 12
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba,
tlf. 735891
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.