Fund við Landstýrismannin og Undirvísingarstýrið .
Á breddanum var málið um arbeiðstíðina hjá pedagogum, sum arbeiða á serstovum í fólkaskúlanum.
Í dag hava vit havt fund við landstýrismannin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóna N. Joensen og Magnus Tausen frá Undirvísingarstýrinum.
Vit ynsktu at viðgera støðuna hjá pedagogum, sum arbeiða á serstovum í fólkaskúlanum, og arbeiðsumstøðurnar, hesi virka undir.
Tað er eingin loyna, at pedagogar á serstovum, og okkara limir sum heild, sum arbeiða innan fólkaskúlan, eru sera ónøgd um at tey aftaná nærum 20 ár innan skúlaøkið, enn ikki sleppa at arbeiða fulla tíð.
Føroya Pedagogfelag er av tí fatan, at nú er tíðin komin, at hesin bólkur verður raðfestur og javnsettur við onnur á økinum. Skulu hesi starvsfólk framhaldandi tíma at arbeiða á økinum, har tey hava eina sera týðandi uppgávu at loysa, so skulu tey hava møguleikan at koma uppá fullan brøk. Flestu pedagogar innan fólkaskúlan arbeiða ein brøk á 0,85. Av teimum uml. 150 limunum hjá FPF, sum virka innan fólkaskúlan, eru einans fýra, sum arbeiða 1,0 brøk, og tað er eftir okkara tykki als ikki í lagi. Tað er stórur eftirspurningur eftir júst hesum starvsfólkum, og fleiri skúlar kunnu ikki virka uttan.
Vit hava nú sett okkum sum mál, at avbjóðingin skal loysast.
Fundurin gekk væl; málið varð lýst frá ymsum sjónarmiðum, og semja er um, at okkurt skal gerast. Nú er spurningurin bara hvar vit byrja, og hvussu farast skal fram.