Føroyar, heimsins besta barnaland – fyri hvønn?.
Ein hugleiðing um støðuna á Argjum, nú børnini missa møguleikan at ganga í barnagarðinum fram til 7 ára aldur.
Sum eitt frambrot í føroyskum lógarsmíði, hevur landstýrismaðurin í Barna- og undirvísingarmálaráðnum sett í gongd verkætlan at gera eina spildurnýggja barnalóg; visiónin er, at Føroyar skulu verða heimsins besta land at vaksa upp í. Hetta kunnu vit ikki vera ósamd í – børnini, sum eru okkara fremsta tilfeingi; tey, sum skulu byggja land eftir okkum, skulu hava bestu fortreytir at trívast og mennast. Sjónarmiðini fyri, hvørjar bestu fortreytirnar eru, eru tó ymisk, og tað sæst tíverri aftur í, hvussu vit skipa lívið hjá okkara børnum.
Barndómurin hjá flestu føroyskum børnum gongur fyri seg á dagstovni. Mín meting er, at um 98% av børnum eru á dagstovni millum 6-8 tímar allar gerandisdagar frá 1 ára aldur til skúlabyrjan. Barndómurin er í dag í størsta mun á stovni; í skipaðum kommunalum tilboðum, har námsfrøðingar og hjálparfólk hava barnsins menning og trivna sum fremstu uppgávu.
Dagstovnalívið er enn ungt í føroyskari siðsøgu. Líta vit 40 ár aftur í tíð, so vórðu flest børn uppald í heimligum umhvørvið – orðingin “tað krevur eina oyggj at uppala eitt barn” lýsir best umstøðurnar, sum børn livdu í tá.
Í dag er barnagarðurin oyggin. Barnalívið er á dagstovnunum, og tað er ein týdningarmikil samfelagsuppgáva at tryggja, at børn hava eitt gott barnalív. Leggjast kann afturat, at vit í Føroyum yvirskipað hava eina barnaáskoðan, ið sær barnið sum ein aktivan leikara í egnum lívið, at børn hava førleikar, og at børn skulu kunna hava ávirkan á egið lív. Barnaárini verða sæð sum eitt týðandi tíðarskeið í lívinum, og vit hava ígjøgnum ár og dag ment førleikar og vunnið okkum breiða fakliga og granskingargrundaða vitan um, hvat skal til fyri at fremja góðan trivnað og menning hjá børnum.
Eitt er hvat vit vita og vilja – annað er hvat vit gera. Fyri veruliga at skilja ein annan, skalt tú hyggja at hvat viðkomandi ger, heldur enn at lurta eftir hvat hann sigur. Orð eru bara orð, meðan gerðir og atburður avdúka okkara veruliga hugsunarhátt og virðisgrundarlag. Tíverri má eg staðfesta, at hóast vit við fínum og framskygdum orðum siga, at vit skulu verða heimsins besta barnaland, so sæst hetta enn ikki aftur í kørmunum fyri námsfrøðiligum arbeiði, ella teimum møguleikum, vit geva okkara børnum at vaksa upp í.
Leingi hava myndugleikar, fakfólk og foreldur rópt varskó um ringa trivnaðin millum børn og ung. Hóast breiða fakliga vitan um børn og menning, so síggja vit alsamt fleiri, sum ikki trívast og mennast nóg væl. Vit eru øll samd um, at okkurt er galið við, hvussu vit innrætta okkara samfelag í mun til børn og uppaling, og í mun til familjulív. Ov nógv ferð er á, og vit hava ov lítið av tíð. Fleiri seta orð á ov høg krøv í mun til útbúgving, status, inntøku, kostnaðarstøðið, og at skula avrika sum heild. Vit liva í einum avrikssamfelag, og tað ger okkum sjúk. Grovt sagt. Tí hava mynduleikar leingi verið frammi um at fremja batar – vit mugu ikki gloyma menniskja. Politikarar vilja raðfesta og arbeiða við at fremja batar, og her kemur nýggja barnalógin aftur inn í myndina. Hetta er støðan í barnagørðunum á Argjum eitt prógv um. Á Argjum hava børn nú mist møguleikan at ganga í barngarði hetta seinasta árið, altso sum 6 til 7 ára gomul, tí skúlin hevur broytt mannagongdirnar. Tí fyri góðum mánaði síðan koma fram, at børn á Argjum møguliga ikki sleppa at ganga í 1. flokki í Argja skúla, um tey velja at ganga í barnagarði fram til skúlabyrjan. Ella sagt við øðrum orðum – skúlaskipanin á Argja skúla tvingar foreldur at koyra børn síni í forskúla. Skúlaskipanin á Argja skúla forðar børnum í at verða partur av seinasta árinum av barnagarðstilboðnum til tey 6 ára gomlu – eitt málrættað námsfrøðiligt tilboð, snikkað júst til tey 6 ára gomlu; ein týdningarmikil og umfatandi vitan, sum stovnarnir á Argjum hava bygt upp seinastu 20 árini, og sum nú fer fyri skeytið.
Hvussu ber tað til, at skúlaskipanin fær so stórt rásarúm og so stóra ávirkan á, um børn kunnu ganga í barnagarði til tey eru 7 ár? Hvussu ber tað til, at vit lata hetta henda, tá talið av børnum, sum stríðast og ikki megna at virka undir vanligu treytunum, sum fólkaskúlin setir, bara økist? Hvussu ber tað til, at eingin skilur, at børnini eru undir ov stórum trýsti? At vit seta ov høg krøv? Hvussu ber tað til, at mynduleikin ikki lurtar eftir, hvat børnini og foreldrini ynskja? Alt hetta, samstundis sum vit arbeiða við at gera eina barnalóg, sum skal gera Føroyar til heimsins besta barnaland?
Avgerðirnar, sum verða tiknar á síðulinjuni, uttan at taka atlit til børnini, eru ikki fremjandi, men leggja hinvegin bara størri trýst á børn og familjulív; skrúvan verður ikki loysnað, men heldur snurrað enn fastari í tað, sum fær alt at ganga skeivan vegin.
At taka møguleikan burtur at kunna ganga í barnagarði fram til skúlabyrjan í 1. flokki, fer IKKI at gera barnalívið, trivnaðin, menningina ella fortreytirnar fyri læring lættari ella betri. Tvørturímóti.
Við hesum missa børnini møgugleikan fyri at kunna spæla eitt ár longri. Børnini fara í størri barnabólkar við færri vaksnum. Vit vita longu nú, at fleiri av okkara børnum hava tørv á at ganga í barnagarð til tað 7. árið, tá ið tey fara í 1.flokk. Við avgerðini, ið nú er tikin fyri børnini á Argjum, fara enn fleiri børn, ið ikki eru klár og búgvin til skúlan, at missa nakað virðismikið.
Maria Montesorri sigur so vakurt, at geva børnum tíð og rúm til hugdýping og menning, er at geva øllum samfelagnum eina gávu. Við øðrum orðum; barndómurin má ikki skundast ígjøgnum, børn mugu og skulu hava ta tíð sum krevst, fyri at mennast og búnast væl, soleiðis, at tá ið tey einaferð skulu undir formella undirvísing, eru klár og búgvin, og megna at sita still og taka ímóti tí, sum lærarin ber fram. Vit kunnu ikki effektivisera menning og læring. Náttúran ræður sær sjálvari, og ymiskt er, nær einstaka barnið er nóg búgvið. Børn vinna meira við at fara seinni í skúla, heldur enn fyrr.
Vita politikarar yvirhøvur, hvat 6-ára tilboðið er og ger við børn? Vit hava ígjøgnum ár og dag bygt upp eitt fantastisk dagstovnatilboð til elstu børnini í barnagarðinum. Við serligum denti á júst hendan aldursbólk og menningarstøðið hjá teimum, arbeiða stovnar við námsfrøði, ið er serliga snikkað til seinasta ári í barnagarðinum. Tey arbeiða við málmenning, at læra bókstavar og tøl, at brúka kroppin á langum túrum fyri at stimbra vøddar og motorikk, at kveikja teirra forvitni við at granska og uppliva, at arbeiða við sosialum relatiónum og vinarløgum, at knýta sambond, at loysa tvístøður, og at grundgeva fyri egnum hugsanum. At læra um demokrati, og um at øll hava rætt at luttaka og mangt, mangt annað!
Hetta seinasta árið á stovni, innan veruligu skúlabyrjan, er so ómetaliga týdningarmikið fyri barnsins menning, og kann verða tað, sum gevur barninum seinasta kerliga skumpið menningarliga, soleiðis at skúlabyrjan og skúlagongd frameftir eydnast betur. Børnini, ið veruliga hava tørv á hesum seinasta árinum í barnagarðinum, verða tikin til gíslar í eini skipan, ið ikki skilur ella sær tørvin hjá einstaka barninum, ella tekur hædd fyri barnsins besta. Býrt tú skeivt stað, so er tað bara spell. Barnið blívur eitt nummar í excel-arkinum, sum ikki innroknar trivnað, barnaáskoðan, virðir ella menningarstøðið.
Góðu tit, ið kunnu loysa hetta málið – latið tykkum ikki bara blíva rivin við í hamstarahjólinum, vit øll ynskja at hoppa av! Takið nú hædd fyri barnalívinum! Lovið teimum at spæla eitt sindur longri! Tey fara ikki at duga verri at lesa ella rokna fyri tað. Heldur tvørtur ímóti – seinasta árið í barnagarðinum kann verða júst tað, ið fer at virka til betri trivna og betri læring hjá barninum, tað hava óteljandi kanningar staðfest. Børn hava tað best við at sleppa at spæla sum longst. Barnaverkætlanin staðfestir, at børn ynskja at hava meira tíð til nærveru og hugdjúpan; børn vilja hava betri atgongd til nærverandi vaksin; børn ynskja at spæla og at sleppa at vera úti í náttúruni. Børn ynskja ikki at blíva skundað ígjøgnum eina skúlaskipan!
Góðu tit, ið hava ávirkan á barnalívið í Føroyum. Eitt barn, sum fær tíð til hugdýping, lærir ikki bara meira – barnið lærir at elska at læra! Og latið okkum saman arbeiða fyri, at øll børn kunnu ganga í barnagarði sum longst. Hetta fer at gagna okkum øllum í longdini.
Í næstum seta vit Landstýrismanninum í Barna- og undirvísingarmálaráðum stevnu; væntandi og vónandi kunnu vit loysa málið saman, so føroysk børn framhaldandi kunnu hava møguleikan at ganga í barnagarðinum fram til vanliga skúlabyrjan.
Gott vikuskifti.
Sanna á Løgmansbø, forkvinna