Búmerkið hjá felagnum
23. mai 2025

Starvsfólk til Barnagarðin í Gerðinum.

Skopunar kommuna sóknast vegna Barnagarðin í Gerðinum eftir námsfrøðingum/hjálparfólki. Talan er um: • Eitt eitt fast starv á 30 tímar í barnagarði at byrja 04 august 2025 • Tvey farloyvisstørv á 3 ár í vøggustovu at byrja 04 august 2025 til 14 juli 2028 • Eitt starv í frítíðarskúlanum á 20 tímar at byrja 11 august 2025 LÝSING AV STOVNINUM: Barnagarðurin er ein stovnur, við einari vøggustovu og tveimum stovum til barnagarðsbørn. Harafturat umsita vit frítíðartilboðið á Herðuni, sum er fyri børn, sum ganga í 1. – 5. flokki. Stovnurin er væl normeraður, og tíð er sett av til fyrireiking/eftirmeting. Barnagarðurin liggur mitt í bygdini, og hevur stórt uttanumøki við nýggjum spæliplássi, og stutt er til náttúruna, sum vit brúka nógv. Haga, áir, vøtn, djóralív o.a. Í ARBEIÐI OKKARA VERÐUR DENTUR LAGDUR Á: • At virka í tráð við námsætlan stovnsins og námsfrøðilig stevnumið. 108065-na-msfrøðilig-stevnumið-fyri-dagstovnar.pdf (cdn.fo) • At møta barninum, har tað er í menningini • Fría spælið • Kropp og rørslu • Mál og mentan • Tvørfakligt samstarv VIT VÆNTA AV TÆR: • At tú ert fyrikomandi og samstarvssinnaður • At tú kanst virka í tráð við námsætlan stovnsins • At tú sært møguleikar fram um forðingar • At tær dámar at vera úti í náttúruni VIT KUNNU BJÓÐA TÆR: • Eitt starv har kroppur, rørsla, fría spælið eru ein stórur partur av gerandisdegnum. • Eitt starv har áhugin hjá einstaka barninum er í hásæti. • Ein starvsfólahóp sum er samansettur av dugnaligum, glaðum námsfrøðinugum og hjálparfólki, sum eru við til at skapa ein góðan og mennandi gerandisdag fyri starvsfólk og børn. Ynskir tú at vita meira um starvið, er tú vælkomin at ringja til leiðaran, Conny S. Petersen á tel. 216202. SETANARVIÐURSKIFTI: Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Fyri at verða settur í starv skal umsøkjari hava reina barnaváttan sambart Løgtingslóg um barna-váttanir (Barnaváttanarlógin) Er hetta er nakað fyri teg, so send eina umsókn til: gerdinum1@office.fo í seinasta lagi týsdagin 10. Juni 2025 kl 12. Tey sum gerast námsføðingar í summar eru eisini vælkomin at søkja størvini.