Búmerkið hjá felagnum
20. mai 2025

Frítíðar- og klubbtilboðið í Skálavík .

Skálavíkar Kommuna sóknast vegna Frítíðarskúlan í Skálavík eftir námsfrøðingi og hjálparfólki til nýggja frítíðar- og klubbtilboðið.

Sum nakað nýtt, fer Skálavíkar kommuna aftan á summarfrítíðina at bjóða frítíðarskúla og juniorklubba, sum fer at halda til í Skálavíkar skúla. Tilboðið er til børn, sum ganga í 1. - 5. flokki í Skálavíkar skúla.

Opið verður hvønn dag aftan á vanliga skúlagongd inntil kl. 16.30.

Vit søkja eftir:

• Námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna

• Hjálparfólki at arbeiða 20 tímar um vikuna.

Er hetta nakað fyri teg?

Hevur tú eina rúgvu av hugskotum og vilt vera við til at seta tín dám á hetta nýggja tiltak, so send eina umsókn til: skalavik@skalavik.fo í seinasta lagi 1. juli 2025.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Skálavíkar Kommunu við at senda teldupost til skalavik@skalavik.fo

Setanarviðurskifti

• Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

• Fyri at verða settur í starv skal umsøkjari hava reina barnaváttan sambart Løgtingslóg um barnaváttanir (Barnaváttanarlógin)

• Frítíðar- og klubbtilboðið er undir leiðslu av Skálavíkar Kommunu.

• Tilboðið kemur at hava stongt tá skúlarnir eru stongdir, her ber til at gera avtalu um, hvørt man ynskir at verða trektur í løn fyri tíðarskeiðið tá stongt er, ella at gera aðra avtalu við arbeiðsgevaran.

• Um annað tímatal enn 30 hóskar seg betri til tín sum námsfrøðingur, ber møguliga til at gera aðra avtalu um tað.

• Vit vænta at tey sum sett verða, kunnu byrja í starvinum 13. aug 2025.

Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.